Kinesiskir teldusníkar, sum hava brotið inn í skipanina hjá amerikonsku telefyritøkuni Verizon kunnu hava fingið atgongd til telefondátur hjá m.a. republikanska forsetavalevninum Donald Trump og varaforsetavalevni hansara, J.D. Vance.
Málið verður kannað í løtuni, upplýsa keldur fyri amerikanska blaðnum New York Times.
Teldusníkarnir kunnu eitt nú hava fingið upplýsingar um, hvønn Trump og Vance hava samskift við. Men tað er ógreitt, um teldnusníkarnir hava fingið atgongd til sms-boð á telefonunum, skrivar Ritzau.
Starvsfólk hjá Trump vórðu kunnað um málið í vikuni, og talsfólk hjá Trump finst at Hvítu Húsunum og demokratiska mótvalevninum hjá Trump, varaforsetin Kamala Harris, fyri, at útlendskir teldusníkar hava havt møguleikan at leypa á Trump og Vance.
Ein kelda sigur tó við Reuters, at umboð hjá Kamalu Harris eisini hava verið mál hjá teldusníkunum.
Amerikanska forsetavalið verður 5. november, og tá verður greitt, hvør skal stjórna USA komandi árini. Sambært veljarakanningum er tætt millum bæði Trump og Harris. Ein kanning hjá CNN, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin, vísir m.a., at bæði valevni hava undirtøku frá 47 prosent av veljarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald