Uttanlands

Hava møguliga funnið bumbu í Christchurch

Løgreglan kannar lutin og ein 33 ára gamal maður er handtikin

Mynd: NZ Herald

Mynd: NZ Herald

2019-04-30 09:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

15. mars var ein sorgardagur i Christchurch í Ný Sælandi, tá ein maður framdi álop á tvær moskur í býnum og drap 50 fólk.

Í dag áleið hálvan annan mánað seinni hevur løgreglan funnið ein lut, sum møguliga verður mett at verða ein bumba. Luturin varð funnin í einum tómum húsum í Christchurch.

Ein 33 ára gamal maður er handtikin, og løgreglan hevur fingið tamarhald á støðuni, skrivar New Zealand Herald. Nú skal lutur kannast.

Búfólk í økinum har lutur varð funnin, vóru evakueraði, men hava nú fingið loyvi at fara heim aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder