Eftir skriðulopið í norska býnum Ask 30. desember, eru sjey av teimum tíggju, sum vórðu saknað, nú funnin deyð.
Hóast tað nú er fimm dagar síðan skriðulopið, hava bjargingarfólk enn vónir um at finna fleiri fólk á lívi.
Umstøðurnar á vanlukkuøkinum eru óstøðugar, og tí er torført at leita, men so leingi sum har eru holrúm, har tey saknaðu kunnu vera, verður hildið fram við leitingini, verður sagt.
Fimm av teimum sjey líkunum, sum eru funnin, eru eyðmerkt. Enn eru trý saknað.
Umframt hetta vórðu tíggju særd í skriðulopinum, og níggju bygningar við tilsamans 31 bústøðum, vórðu oyðilagdir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald