
Byggifyritøkan úr Klaksvík hevði lægsta boðið til lisitatiónina fyri einum mánaða síðani, og sambært Per Martin Gregersen, borgarstjóra, verður tað eisini Kanjon, sum skal standa á odda fyri útbyggingina av Leirvíkar skúla.
Hetta váttaði hann í viðtalu við Kringvarpið fyrr í dag. Fimm tilboð komu inn. Boðið hjá Kanjon varð áljóðandi kr. 64.473.962, og tað vóru tey í Eysturkommunu sum heild nøgd við.
Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at verkætlanin fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur og útiøkið rundan um verður tillagað.
- Nýggi bygningurin er umleið 2000 fermetrar og fer at hýsa skúlastovum, tónleikastovu, mið- og ítróttarhøll við tveimum badmintonbanum, bókasavni, umklæðingarrúmum og læraraumhvørvi við fyrireikingarhølum.
Mynd: eysturkommuna.fo
Talan verður um dýrastu íløguna nakrantíð hjá kommununi, staðfestir Per Martin Gregersen.
Samlaða kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 95 milliónir krónur, og byggitíðin er mett til tvey og eitt hálvt ár.
Tað er ikki endaliga greitt enn, nær mánaði eitt av teimum ætlaðu 30 verður. Hetta skal tó órógva minst møguligt fyri næmingar og lærarar, sigur borgarstjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald