– Um ikki Skúvoy fær eina íbinding frá komandi Suðuroyartunnilinum, so hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva.
Hetta er boðskapurin, sum skúvoyingar nú gjøgnum undirskriftsinnsavnan geva landsstýrið og løgtingið.
Skúvoyingarnir hava savnað undirskriftir saman fyri at gera vart við at en teymur upp í Skúgvi ikki er við i verandi verkætla fyri Suðuroyartunnilin. M.a vísa teir á, at tað er órógvandi, at einki hoyrist frá politikarunum, og harumframt eru teir vitandi um, at partar av nevndini í tunnilstoyminum ikki eru serliga áhugaði í at gera tunnil til Skúvoyar.
– Men ein góð loysn liggur klár, so ein íbinding til Skúvoyar ber væl til, um viljin er til staðar, leggja skúvoyingarnir dent á í skrivi til politikararnir.
Teir vísa á, at um tunnilin kemur til Skúvoyar eru minni útreiðslur, tí m.a skip, atløguumstøðir og lønir til manning og avgreiðslufólk í longdini er dýrari enn ein íbinding frá Suðuroyartunnilinum. Eisini verður víst á, at nógvir túrar verða avlýstir orsakað av vánaligum líkindum, so trupulleikarnir verða ikki loystir við einum nýggjum skipi eina.
– Vit heita tí so inniliga á politikararnar um at samtykkja, at tunnilin skal upp í Skúgvi, so vit eisini kunnu síggja eina ljósa framtið fyri okkum og okkara oyggj.
Aksel V. Johannesen løgmaður fær handað undirskriftirnar í morgin klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald