2021-06-03 10:59
Løgreglan er nú liðug við kanningarnar í toftunum av húsunum, sum brunnu í grund í ógvusligum eldsbruna í Sandvík 21. mai.
- Vit gjørdu tær seinastu kanningarnar mánadagin. Vit hava savnað inn tilfar, sum er pakkað og sent niður til Danmarkar at kannast nærri av serfrøðingum. Fyrr enn hesar kanningarnar eru gjørdar, kunnu vit einki siga um orsøkina til eldsbrunan, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.
Miðilin vp.fo visti í gjár at siga, at varhugin hjá føroysku løgregluni er, at eldsbrunin skyldast eitt brek í el-innleggingini í køkinum í húsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald