Týska stjórnin hevur sett 30 mia. evrur av (uml. 220 mia. í okkara krónum) til endurbyggingararbeiðið eftir vatnflóðunum, sum raktu landið í juli, sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel.
Í minsta lagi 180 fólk lótu lív, umframt at nógvir bygningar eisini fingu skaða.
Týska samveldisstjórnin og stjórnirnar í teimum 16 týsku statunum deilast um útreiðslurnar, skrivar Ritzau.
Tað vóru statirnir Nordrhein-Westfalen og Rheinland-Pfalz, sum vórðu harðast rakt av vatnflóðunum. Í Nordrhein-Westfalen fer endurbyggingararbeiðið væntandi at kosta meira enn 13 mia. evrur.
Neyðugt hevur ikki verið at bygt so nógv heim uppaftur síðan 2. heimsbardaga, sigur Armin Laschet, leiðari í statinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald