Innanlands

Hava sett seg við árarnar úr Florida til Føroyar

Teir tríggir abbarnir rokna við at brúka millum 57 og 85 samdøgur um ferðina tvørtur um Atlantshav

(Mynd: fl-fo.com)

(Mynd: fl-fo.com)

2022-05-30 17:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin settust teir tríggir, føroyingarnir Jákup Jacobsen og Edmund Berg og onglendingurin Neil Blakeby við árarnar og løgdu frá landi nakað sunnan fyri Miami í Florida.

Um alt gongur eftir ætlan, traðka teir ikki á land aftur fyrr enn teir koma á Havnina um einar tveir tríggjar mánaðir.

[object Object]

“Riding the Gulf Stream” eitur ævintýrið, sum teir eru farnir á. Báturin teir rógva í er ein nýbygdur serligur havgangandi róðrarbátur, kallaður Guðrun, ið er bygdur til endamálið. Ongin hevur róð henda teinin fyrr.

Teir tríggir umborð eru allir abbar. Teir eru:

Jákup Jacobsen, 58 ára gamal, úr Havn, í løtuni búsitandi í Keypmannahavn. Giftur Gunvá. Tey eiga tvey børn, Gudrun og Magnus, og ein abbason, Baldur. Jákup er royndur rógvari. Róði úr Skotlandi til Føroya í 2015 og var í 2018 skipari á einum túri úr Portugal til Kuba, sum tók 74 dagar. Jákup er stigtakari til hesa verkætlanina og eisini skipari á túrinum.

Edmund Berg er 51 ár, úr Havn, búsitandi í Hvalvík. Giftur Hallfríð, tey hava sjey børn og níggju barnabørn. Edmund var við á áðurnevnda túri úr Portugal til Kuba í 2018.

Neil Blackeby er 60 ára gamal úr North Cornwall í Onglandi. Giftur Wendy. Hevur tríggjar døtur og eina abbadóttur frá eini fyrri giftu. Í 2015 róði hann saman við Hamish Stewart tvørtur um Atlantshav, úr Kanariuoyggjum til Antigua. Túrurin tók 65 samdøgur. Ári eftir var hann við tá fýra mans royndu at rógva úr Kalifornia til Hawaii.

Teir hava sett seg fyri at fylgja golfstreyminum, har hann byrjar sunnan fyri Miami og fylgja honum allan vegin til Føroya.

Teinurin er umleið 4.200 fjórðingar, og rokna við at túrurin fer at taka góðar tveir mánaðir. Megna teir at halda eina ferð á tríggjar fjórðingar um tíman, klára teir túrin upp á 57 dagar, men er ferðin tveir fjórðingar um tíman, tekur hann 85 dagar. Onkrastaðni harímillum rokna teir at vera komnir á mál.

Leygarmorgunin um 9-tíðina lokala tíð løgdu teir frá landi í Dania Beach í Florida.

Til ber at fylgja ferðini hjá teimum á heimasíðuni Riding the Gulf Stream   

[object Object]

[object Object]Á heimasíðuni www.fl-fo.com ber til at fylgja við hvussu langt Guðrun er komin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder