Í fíggjarætlanini, sum býráðið í Klaksvík samtykti í farnu viku, er peningur millum settur av til at betra um umstøðurnar í bátahylinum í Borðoyarvík.
- Orsøkin til at arbeiðið verður raðfest nú er, at tað súgar sera illa í bátahylinum, og av tí sama eru fleiri skaðar skrásettir í vetur. Tí er neyðugt at betra um umstøðurnar hjá smábátum í bátahylinum og verður hetta gjørt við at leingja og smalka molan/brimgarðin á bátahylinum.
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Umstøðurnar í bátahylinum eru broyttar nógv, orsakað av arbeiðinum sum er gjørt við atløgubryggjuna. Hesa brúkar Bakkafrost nú.
Støðan hjá smábátum skal nú bøtast munandi, men hetta er kostnaðarmikið. Sambært klaksvik.fo eru íløgurnar kostnaðarmettar til 1,6 millión krónur fyri grótkastið og á leið 4 milliónir fyri sjálvar bátabrúgvarnar.
Av øðrum íløgum, sum verða gjørdar á havnaøkinum í kommununi komandi ár er 4,5 milliónir krónur settar av til kaikant í nýggja í bátahylinum í Árnafirði og at arbeiðið at víðkað Norðhavnina heldur fram. Harafturat er skjøtul settur á at útvega hølir til bátafelagshús við bátabrúgvarnar á Vágni. Bátafelagshúsið skal eitt nú fevna um felagshølir og almen vesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald