Uttanlands

Hava slept kravinum um advokatkanning av minkamálinum – Mette Frederiksen er bjartskygd

Løkke og Ellemann halda ikki, at eitt stjórnarsamstarv kann byrja við einari advokatkanning av forsætisráðharranum, og Mette Frederiksen sigur, at hon er bjartskygd um, at tað ber til at skipa eina breiða stjórn

Mette Frederiksen vónar, at tað skjótt ber til at kunngera eina nýggja stjórn (Savnsmynd)

Mette Frederiksen vónar, at tað skjótt ber til at kunngera eina nýggja stjórn (Savnsmynd)

2022-12-12 08:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava danski javnaðarflokkurin, Vinstra, Moderatarnir og Tey Radikalu verið til samráðingar á Marienborg, og samráðingarleiðarin og virkandi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen er bjartskygd.

– Vit hava verið í samráðingum leingi. Eg eri bjartskygd í mun til, at ein breið stjórn kann skipast í Danmark, segði hon við miðlarnar í gjárkvøldið sambært Ritzau.

Mette Frederiksen legði afturat, at partarnir helst fóru at samráðast aftur í dag, og vónaði hon, at hon skjótt kundi kunngera eina nýggja stjórn.

Hava slept kravinum um advokatkanning

Áðrenn valið kravdu m.a. Vinstra og Moderatarnir eina advokatkanning av leiklutinum hjá Mette Frederiksen í minkamálinum, men í gjár boðaði bæði Lars Løkke Rasmussen, formaður hjá Moderatunum, og Jakob Ellemann-Jensen, formaður hjá Vinstra, frá, at teir hava slept hesum kravinum.

Orsøkin er, siga teir báðir, at teir ikki kunnu byrja eitt stjórnarsamstarv við einari advokatkanning av landsins forsætisráðharra.

Áðrenn valið segði Lars Løkke, at um fólk skulu hava álit á henni, má hon tola, at málið fær ein virðiligan enda, men í gjár hevði píban fingið annað ljóð.

Jakob Ellemann-Jensen ásannaði, at við at droppa kravið hevur hann brotið eitt vallyfti, men hann noyðist eisini at "boyggja seg fyri demokratiska veruleikanum", sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder