Uttanlands

Hava súrevni til í dag aftuat

Enn hoyrast ljóð, ið verða hildin at koma frá undirvatnshylkinum "Titan"

Leitað verður við bæði flogførum, skipum og undirvatnsførum á leiðini út fyri New Foundland (Mynd: EPA)

Leitað verður við bæði flogførum, skipum og undirvatnsførum á leiðini út fyri New Foundland (Mynd: EPA)

2023-06-22 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska bjargingartænastan sigur, at tey hava hoyrt fleiri ljóð undir leitanini aftir horvna undirvatnshylkinum “Titan”. Tað skrivar BBC.

Farið hevur verið horvið síðani sunnudagin, stutt eftir at fimm fólk fóru biður í havdýpið fyri at skoða vrakið av ferðamannaskipinum Titanic, sum sakk í 1912.

Óvist er tó enn, hvat tað er fyri ljóð. Í gjár vórðu staðfest ljóð, sum komu við millumbilum við 30 minuttum ímillum.

Hesa seinastu tíðina er leitingarøkið víðkað, skrivar BBC. Fleiri skip, flogfør og fjarstýrd undirvatnsfør eru komin afturat at leita.

Mett verður, at teir fimm menninir umbor hava súrevni umborð til at klára seg í dag afturat.

Í gjár bórust tíðindi um, at felagið, ið hevur bjóðað túrarnar niður á Titanic, hevur fingið ábreiðslur um, at trygdin ikki var nóg góð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder