
Fyrr í dag boðaði danska forsætismálaráðið frá, at tíðindafundur verður í kvøld klokkan 20 lokala tíð, hetta í samband við teir spurningar í samband við sms-boð hjá Mette Frederiksen og trimum av starvsfeløgum sínum.
Ein nevnd - Minkkommissionen - varð fyrr í ár sett til at kanna, hvat hendi á heysti í fjør, tá ein politisk avgerð varð tikin um at avlíva allar minkar í Danmark, tí eitt serligt smittuberandi koronafrábrigdi segðist at stava frá teimum.
Hendan avgerðin hevur verið fyri nógvum atfinningum, og trýstið á Mette Frederiksen í hesum sambandi er ikki vorið minni, eftir at í síðstu viku kom fram, at sms-boð frá ráðharratelfonini hjá Mette Frederiksen frá hesum tíðarskeiðnum, eins og boð hjá trimum fólkum í høgum starvið hjá forsætismáláráðnum, als ikki vóru at finna, tá Minkkommissionen skuldi kanna tey fyri at fáa greiðu á, hvat hendi í tí umráðandi tíðarskeiðnum í fjør.
Síðani er komið fram, at longu 29. apríl bað nevndin forsætismálaráðið um viðkomandi sms-boð í málinum, ið er vanligur arbeiðsháttur, men tað gingu yvir fýra mánaðir, til svar kom um, at hesi boð vóru ikki til longur.
Stjórin fyri stjórnarstovuni og starvsfólkastjórin (stabschefurin) her saman við forsætisráðharrin - øll sms-boðini á arbeiðstelefonum teirra frá seinasta heysti og langt fram eru strikaði
Spurningurin er so, nær, hví og hvussu er avgjørt at Mette Fredriksen og starvsfólk hennara hava sett tað í virknað, at øll teirra sms-boð, sum eru/verða eldri enn 30 dagar verða stirkaði av sær sjálvum. Tað er, sambært donskum miðlum og fyrrverandi forsætisráðharrum og núverandi politikkarum, púra óvanligt, at høgtstandi politikkarar og embætisfólk gera hetta. Millum annað tí at opinleiki skal vera, um slíkar kanningar verða settar í verk, tá ivamál er um embætisførslu og annað.
TV2 skrivar millum annað eisini, forsætismálaráðið als ikki svaraði fyrispurninginum um, tað bar til at royna at fáa fatur á slettaðu boðunum aftur, og at løgreglan síðani varð biðin um at royna hetta.
Tískil hevur forsætisráðharrin, ið ikki hevur verið so ítøkilig í miðlunum seinastu dagarnar, nógv at svara uppá frammanfyri "svongum miðlum" í kvøld klokkan 19 - til ber millum annað at fylgja við á DR1 og TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald