Mentan

Hava undirskrivað sáttmálar um mentanarhús í Klaksvík

Kostnaðurin av nýggja mentanarhúsinum, sum skal standa liðugt í 2022, verður mettur at verða 60 mió. krónur

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-10-10 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð partalagsavtala undirskrivað, sum skal fremja um- og útbygging av verandi Posthúsi í Klaksvík til mentanarhús.

Byggiharri er Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík og eru sáttmálar í sama viðfangi undirskrivaðir við Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava projekteringsleiðsluna. 

Aðrir ráðgevar eru Spenn Sp/f - konstruktiónir, PB-Consult - HVS,  LBF - EL og Steingrund Akustik Sp/f - Akustik.

Sáttmálar eru eisini undirskrivaðir við Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari og síðani við arbeiðstakararnar innan HVS, Sp/F Victor á Lakjuni og innan EL, ið er TTS.

Sambært Klaksvíkar kommunu er kostnaðurin mettur at verða 60 mió. krónur, og skal bygningurin standa liðugur á sumri 2022.

Nú skulu leiðingar hjá Føroya Tele, sum liggur yvir um byggiøkið, flytast, og so verður byggiplássið innrættað, so útgravingin kann byrja áðrenn jól. Samstundis verður projekterað av øllum alvi, sigur kommunan.

Talan er um eitt hús, sum í stóru høllini til leikuppsetan kann hýsa 380 fólkum. Við borðuppstilling til veitslur o.a. kann húsið hýsa væl meira enn 400 fólk.

Húsið fer at verða karmur um alskyns mentanarupplivingar, samstundis sum húsið eftir ætlan eisini kann brúkast til vinnulig tiltøk, fyrilestrar, býráðsfundir, ráðstevnur o.a. Eisini er øki gjørd til caféumhvørvi.

Sí myndir her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder