Mentan

Eingin vertur til ársins Oscar-handan

Síðan skemtarin og sjónleikarin, Kevin Hart, takkaði nei, hevur tað ikki eydnast at finna nýggjan vert

2019-02-05 22:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá ársins Oscar-handan verður í Los Angeles 24. februar, verður tað uttan vert.

Tað váttar umboð fyri ABC Entertainment, sum stendur aftanfyri Oscar-handanina, sambært DR.

Tað verða kend fólk, sum koma at handa virðislønirnar, og ABC Entertainment lovar, at hátíðarhaldið fær eina serstaka byrjan.

Hetta er bert aðru ferð nakrantíð, at eingin vertur verður til Oscar-handanina. Fyrstu og einastu ferð hetta er hent áður var í 1989.

Upprunaliga ætlanin var at skemtarin og sjónleikarin, Kevin Hart, skuldi vera vertur, men tað endaði við, at hann takkaði nei í desember. Orsøkin var, at ein rúgva av gomlum Twitter-dagføringum, sum fleiri hildu vera homofobiskar, komu undan kavi.

Millum annað finnast fólk at Kevin Hart fyri at hava sagt, "Kann eg forða fyri, at sonur mín verður samkyndur, so geri eg tað".

Kevin Hart hevur síðani biðið um umbering.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder