Uttanlands

Hava vunnið 2.500 ferkilometrar aftur frá russum

Ukrainski forsetin sigur, at ukrainski herurin seinasta mánaðin hevur tikið aftur 2.500 ferkilometrar av landaøki

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2022-10-08 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta mánaðin hava ukrainskar herdeildir tikið aftur 2.500 ferkilometrar av landaøki frá russum.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

– Bert hesa vikuna hava hermenn okkara bjargað 776 ferkilomerar av landi í Eysturukraina, umframt 29 búsetingum – harímillum seks í Luhansk, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.

Tað var 7. september, at ukrainski herurin byrjaði eitt mótálop móti hersett øki í Kharkiv í Eysturukraina. Samstundis hava ukrainar eisini vunnið land aftur í Kherson í sunnara parti av Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder