Langt niðri á havsins botni fjalir Grønlandshávurin seg, havsins ótespiligi valdsharri, sum kann gerast meira enn 500 ára gamal. Á vatnskorpuni sita tveir menn í einum lítlum báti og royna at fanga hávin. Men hvør jagstrar veruliga hvønn?
Bæði í bókmenta- og leiklistahøpi hevur tað eydnast Havboka sera væl. Skaldsøgan eftir norska rithøvundan Morten A. Strøknes, gjørdist ein metsølubók og er týdd til 30 ymisk mál. Riksteatret og Nationalteatret í Noregi tóku síðani stig til at gera leiksýningina, ið gjørdist sera væl móttikin og varð sýnd á øllum stórum pallum kring Noreg. Bæði skaldsøgan og leiksýningin hava vunnið fleiri virðislønir.
Nú ber til at síggja norska leiklistarfilmin Havboka, ið fagnar havsins duldarfullu og alheimsins stóru spurningum. Tá korona rakti Noreg, bleiv leiksýningin tikin upp í bestu filmsgóðsku, so til bar at sýna leikin uttanfyri vanligu karmarnar í leikhúsinum. Havboka verður sýndur 29. november kl. 15 í Norðurlandahúsinum.
Leikgerð: Ole Anders Tandberg eftir skaldsøguni hjá Morten A. Strøksnes.
Framleiðsla: Applaus Scene í samstarvi við Riksteatret.
Leikari: Jan Sælid
Mál: Norskt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald