Innanlands

Havgransking í Norðuratlantshavi: Næstan átta milliónir krónur eru leysar at søkja

Eftir áheitan frá Edmundi Joensen játtaði danska stjórnin 25 og eina hálva millión. krónur til havgransking á fíggjarlógini fyri 2020. Nú er aftur leyst at søkja um stuðul frá Granskingarráðnum, sum umsitur játtanina

Edmund Joensen, fólkatingslimir fyri Sambandsflokkin, hevur lagt dent á hetta evni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Edmund Joensen, fólkatingslimir fyri Sambandsflokkin, hevur lagt dent á hetta evni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-07 19:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er aftur latið upp fyri umsóknum til granskingarskránna "í Norðuratlantshavi, sum Granskingarráðið" umsitur. 7,8 mió. kr eru leysar at søkja, og stuðul verður væntandi latin 2-3 verkætlanum.

Hetta skrivar Sambandsflokkurin á Fólkatingi í tíðindaskrivi í dag.

Tað var Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, sum heitti á donsku stjórnina at játta pening á fíggjarlógini til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi.

Í 2021 vóru 16 milliónir krónur leysar at søkja úr puljuni, og 14 milliónir vórðu játtaðar til tvær ph.d.-verkætlanir og tvær post.doc-verkætlanir við luttakarum frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark umframt Norra og Skotlandi. 

Granskingarráðið boðar frá, at hugt verður eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at - tó ikki avmarkað til - ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland. Best egnaðu vísindagreinar eru til dømis alis-, evna-, lív- ella havfrøði, íroknað evni sum havsúrgan og veðurlagsbroytingar, havvistskipanir ella lívfrøðiligt margfeldi.

Umsóknarfreistin er 25. august 2022 klokkan 12.00 føroyska tíð. Meira kann lesast um treytir og annað á www.gransking.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder