Innanlands

Havnalagið og martimaumhvørvið høga raðfesting

Í fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu fyri 2022 eru 1,175 mió. kr. settar av til íløgur á havnalagið og maritimaumhvørvið í kommununi

2021-12-11 10:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs kommuna: Havnalagið og maritimaumhvørvið í Vágs Kommunu hava av sonnum fingið høga raðfesting í komandi fíggjarárið. Í alt eru settar av 1,175 mió. kr. til íløgur í eitt nú oljukaiina og bátahylin.

Á havnaøkinum skula dagføringar gerast á oljukaiina á Oyrunum. Pengar eru settir av í fíggjarætlanini til forkanningar og ráðgeving í samband við arbeiðið.

– Hetta er eitt átrokandi mál, tí longu í 2014 varð staðfest, at oljukaiin var í ringum standi, sigur Marin H. Gaardlykke, forkvinna í Havna- og vinnunevndini.

Afturat dagføringina á oljukaiina verður bátahylurin dagførdur.

– Bátahylurin á Oyrunum skal eisini dagførast. Umstøðurnar kring bátahylin á Oyrunum versnaðar nógv tey síðstu árini. Tí fegnast vit um, at loksins verður farið undir at dagføra bátahylin. Ætlanin er at dýpa bátahylin og gera aðrar ábøtur, sigur Marin H. Gaardlykke.

Í fíggjarætlanini fyri 2022 eru 1,175 mió. kr. settar av til íløgur á havnalagið og maritimaumhvørvið í Vágs Kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder