Mentan

Havnar Bio tekur umstríddan film av skránni

Avgerð er tikin um at taka filmin Spermageddon tikin av skrá í Havnar Bio. Hetta eftir at ein minni bólkur av fakfólkum, sum arbeiða við sexual undirvísing í fólkaskúlanum, hevur hugt eftir filminum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-04 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnar Bio hevur tikið avgerð um at taka filmin Spermageddon av skrá eftir, at vit saman við einum minni bólki av fakfólkum, ið arbeiða innan sexuala undirvísing í føroysku fólkaskúlunum, hava hugt eftir filminum.

- Av tí at hesin filmurin hevur vakt so nógvan ans, hevur Havnar Bio, saman við einum minni bólki av fakfólkum innan sexualundirvísing í skúlum, havt eina privata undansýning, har vit hugdu eftir filminum og fingu tosað um innihaldið eftirfylgjandi. Úrslitið av sýningini og okkara prát er, at filmurin ikki bert inniheldur ósamsvarandi upplýsingar, men eisini kann viðvirka til at skapa fleiri mytur um sex heldur enn at geva fakliga haldgóða kunning, skrivar Havnar Bio í fráboðan.

Eitt av dømunum kann verða super sáðkyknan, ið bæði dugir at skera hol á hítina umframt at gera av við aðrar sáðkyknur, alt fyri at vinna kappingina um at koma fyrst fram til eggið. Eitt annað dømi er, at allar sáðkyknurnar eru intellektuellar og duga at svimja undan tí sáðdrepandi kreminum, sum gentan í filminum nýtir sum fyribyrging.

Filmurin tekur eisini lætt um evnið sum ung og rúsdrekka. Pápin hjá unga dreinginum, uttan at hugsa um tað, gevur honum skeiva posan, ið er fyltur við alkohol ístaðin fyri energidrykkjum og sodavatn til vikuskiftistúr í fjallahúttuni. Hetta hevur við sær, at teir seks ungdómarnir sita einsamøll í húttuni við nokk av rúsdrekka fyrstu ferð, tey smakka sær á.

Fleiri hava í sambandi við henda filmin vent sær til Havnar Bio og verið sera ørkymlað um lága aldursmarkið á filminum. Lógin sigur, at eitt miðlaráð hevur ábyrgd av hesum, men ráðið hevur ikki verið mannað síðan 2011.

Lógin sigur víðari, at um miðlaráðið ikki hevur ásett nakað aldursmark, so er sama aldursmark sum í okkara skandinavisku grannalondum galdandi í Føroyum. Eru ymisk aldursmørk, skal aldursmarkið verða tað sama sum har, filmurin verður innfluttur frá – tvs. í hesum førum Danmark, sum hevur sett aldursmarkið til 7 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder