2025-03-17 15:49

Vinnuhúsið: Havnar Handverksmeistarafelag hevur havt aðalfund, har nevndarval eisini var á skránni. Nýggjur nevndarlimur í felagnum er Sigtór A. Petersen.
Hann er valdur í nevndina í staðin fyri Paula Hofgaard, sum boðaði frá, at hann ikki tók við afturvali. Fyri vali stóðu eisini Magnus Magnussen og Kartin Lenvig, sum báðir tóku við afturvali uttan at hava mótvalevni.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Torbirni Hansen sum formanni og Magnusi Magnussen sum næstformanni. Nevndarlimir eru Kartin Lenvig, Sigtór A. Petersen og Jón Sigurdsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald