Tað eru 40 ár síðani at Havnar Træsmiðja byrjaði sítt virksemi, og fríggjadagin seinnapartin verður móttøka.
Alt byrjaði á Tórgarði i bilhúsinum hjá Gunnu og Leivi Andresen fyri 40 árum síðani, tá fóru teir báðir Leivur Andresen og Tóri Nattestad til arbeiðis fyrsta dagin í nýstovnaða snikkaravirkinum Havnar Træsmiðja. Stutt eftir kom fyrsti lærlingurin, sum var Hjartvard Johannesen.
Á Tórgarði helt fyritøkan til í nógv ár, men síðani 2002 hava vit húsast í Mykinesgøtu 4, øll hesi árini hava einir 40 lærlingar staðið í læru hjá fyritøkuni.
- Heilt síðani fyrsta dagin hava vit lagt okkum eftir at gera okkum ómak, lagt okkum eftir at vera nærlagdir í øllum lutum, stutt og greitt, vit hava lagt okkum eftir at veita dygdargott handverk, sigur Havnar Træsmiðja.
Stovningardagurin verður hátíðarhildin við móttøku í morgin fríggjadagin frá kl. 14-16 í Mykinesgøtu har snikkaravirkið heldur til. Og tað verður fyri samstarvsfeløgum og viðskiftafólkum eitt nú.
Undirhaldinum syrgja teir í Deiggj fyri, teir fara bæði at spæla av nýggju plátu teirra umframt annað gott, sum teir hava spælt á drúgvu tónleikaleið síni.
Tóri Nattestad og Sigmund Sørensen eiga og reka í dag Havnar Træsmiðju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald