![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Miðinntøkan hjá føroyingum í 2018 var góðar 184.000 krónur um árið. Av føroysku kommunum eru bara seks kommunur, sum liggja oman fyri landsmiðinntøkuna.
Bestu inntøku hava borgarar í Tórshavnar kommunu. Miðinntøkan í høvuðsstaðarkommununi er góðar 199.000 krónur. Á øðrum plássi kemur Kunoyar kommuna við næstan 193.000 krónum í miðinntøku. Merkisvert er, at Kunoyar kommuna í 2009 lá á 17. plássi, men síðani 2012 hevur inntøkan hjá kunoyingum verið millum tær hægstu í landinum. Í 2015 var miðinntøkan í Kunoy hægri enn í Tórshavnar kommunu.
Tað er Hagstovan, sum hevur sett sjóneykuna á inntøkurnar í føroysku kommununum. Hagstovan hevur gjørt miðinntøkuna upp frá 2009 til 2018 við trý ára millumbilum.
Á triðja plássi kemur Eysturkommuna, síðan Kvívíkar, Sunda og Fugloyar kommunur.
Sí talvuna á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Lægsta inntøkan í 2018 á 135.000 krónur var í Húsavíkar kommunu. Síðani í Hovs og Sumbiar kommunu.
Húsavíkar kommuna er einasta kommuna í landinum, har miðinntøkan í 2018 var lægri enn í 2009, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.
Miðinntøkan er ikki tað sama sum miðalinntøkan. Miðinntøkan er tann mittasta inntøkan, t.d. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum borgarunum í tveir eins stórar bólkar. Helvtin av borgarunum hevur størri inntøku og hin helvtin minni inntøku enn miðinntøkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald