Innanlands

Havnarborgarar kunnu heinta grind

Frá klokkan 9 kunnu borgarar heinta grind og spik á vestaru Bryggju

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2022-10-13 03:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Somikið er til av grind, at frá í morgun klokkan 9 ber til hjá havnarborgarum at heinta grind og spik á vestaru Bryggju.

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá.

Minnist til at taka íløt við, verður sagt.

Tað eru starvsfólk hjá kommununi, sum skera upp og handa út til borgararnar.

Grindin taldi 225 hvalir, og sum skilst vóru drápspartarnir eitt skinn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder