Innanlands

Havnin á Oyrareingjum steingir fyri allari umskipan

Avgerðin er tikin orsakað av mongu fráboðaunum um ótolandi larm og ampa frá skipum. Froboðið stendur við til kunngerðin hjá vinnumálaráðharranum um larm á havnaøkjum kring landið kemur í gildi. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá seinnapartin

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2021-05-14 16:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, hevur i dag saman við meirilutanum í Tórshavnar býráð avrátt at steingja havnina á Oyrareingjum fyri allari umskipan av fiski og aðrari frakt hjá russiskum og øðrum trolarum.

Avgerðin er tikin, eftir at íbúgvar á Signabø og Oyrareingjum hava gjørt vart við ótolandi larm og ampa frá skipum, ið liggja við bryggju, og at hetta gongur út yvir náttarfriðin og liviumstøðurnar í økinum.

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani

- Sum skilst, verður kunngerðin um larm frá skipum liðug um ein mánaða, og inntil hon er komin í gildi, sleppur einki skip at umskipa við bryggjuna á Oyrareingjum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, er í gongd við eina nýggja kunngerð um larm á havnaøkjum kring landið. Kunngerðin um larm á havnaøkjum skal áseta markvirði fyri, hvussu nógvan gang og annan ampa, skip sleppa at elva til, tá tey liggja við bryggju.

- Tá ið nýggja kunngerðin er komin í gildi, verður spurningurin um, hvat havnin á Oyrareingjum skal brúkast til, tikin uppaftur. Inntil kunngerðin er komin í gildi, verða tað bert farmaskip, ið sleppa at leggja at á Oyrareingjum í sambandi við lossing av pakningi, skrivar Tórshavnar kommuna.

Málið um at steingja havnina á Oyrareingjum verður eisini lagt fyri býráðið á fyrstkomandi fundi, har býráðslimir fáa høvi at viðgera málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder