Innanlands

Havnin kemur av álvara á matarlepan í mai

Visit Faroe Islands hevur fingið avtalu í lag við Michelin um at handa stjørnur sínar í Norðurlandahúsinum mánadagin 3. mai.

Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, greiddi fólkum frá matstovu- og ferðavinnuni frá tiltakinum fyrrapartin (Mynd: Ingi Samuelsen)

Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, greiddi fólkum frá matstovu- og ferðavinnuni frá tiltakinum fyrrapartin (Mynd: Ingi Samuelsen)

2026-11-13 11:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havnin kemur av álvara í miðdepilin mánadagin 3. mai, tá viðurkenda altjóða matstovu vegleiðingin og nærum ovasta dómsvaldið fyri hvat er góður matur, Michelin Guide, kemur til Føroyar at deila út sínar stjørnur til tær matstovur í Norðurlondum, sum eru vigaðar og dygdarmettar gjøgnum hetta árið.

Onkrar matstovur fáa eina stjørnu afturat, onkrar eru so óhepnar at missa sína stjørnu(r) og so er tað tær, sum fáa sínar fyrstu stjørnur frá Michelin.

Tað eru nógvar ‚guide’ir’, sum meta matstovur kring um í heiminum, men tað er framvegis tann hjá franska dekkframleiðaranum Michelin, ið verður mett sum tann tignarligasta av øllum. At hava fingið eina stjørnu frá Michelin er tað størsta, sum ein hvør matstova og kokkur í heiminum tráðar eftir.

Stórtíðindi

Tí var tað stórtíðindi, tá Michelin í morgun kundi kunngera, at avtala er gjørd við Visit Faroe Islands um at handa stjørnurnar á einum tiltaki í Norðurlandahúsinum næsta ár.

Handanin verður mánadagin 3. mai klokkan 18. Rokna verður við, at upp móti 600 fólkum, tey flestu útlendingar, vera til staðar til tiltakið.

Guðrið Højgaard greiðir frá, at tað er ein gamal dreymur, sum loksins er uppfyltur, at fáa Michelin at koma til Føroyar við sínum árliga tiltaki fyri Norðurlond. Drúgvar samráðingar hava verið, og í vikuni vóru umboð fyri høvuðsskrivstovuna hjá Michelin í Fraklandi aftur á vitjan í Føroyum, og her var endaliga avtalan undirskrivað.

- Vit hava eina ætlan um, at tiltakið í 2027 skal verða nakað heilt serligt – tað besta Michelin-tiltakið nakrantíð, sigur Guðrið Højgaard.

Serligar Michelin-flogferðir

Tiltakið er fingið til Føroyar við góðari hjálp frá stuðlum úr ferðavinnuni og fiski- og alivinnuni.

Atlantsflog hevur longu sett tvey flogfør inn at flúgva gestirnar til Føroyar. Talan verður serligar Michelin flogtúrar, har tey ferðandi longu á túrinum fáa eina uppliving av, hvat tey skulu roknað við, tí her verða føroyskir kokkar umborð, sum fara at borðreiða við føroyskum matvørum umborð, og satsað verður uppá, at Michelin umvegis sínar sponsorar, kemur við boblandi sjampanju at hava afturvið.

Sjálvt tiltakið, ið verður stroymt kring allan heim, eins og tað plagar, verður sum tað plagar. Skráin er fastløgd frammanundan – tað skal ikki taka langa tíð, og tað týdningarmesta er at fáa sjálva útdeilingina av stjørnum avgreidda.

- Men sjálvandi fáa vit høvi at gera vart við Føroyar og Føroyar sum ferðamál fyri góðar matupplivingar, vísir Guðrið Højgaard á.

Samskipari settur

Umframt tiltakið í Norðurlandahúsinum, verða fleiri síðutiltøk fyri bæði teimum útlendsku gestunum og fyri føroyska almenninginum.

Stjórin í Visit Faroe Island vísir á, at tað er ikki fyrr enn nú, at farið verður undir at fyrireika hvat skal henda herheima í sambandi við tiltakið í mai. Samskiparin av døgunum er longu settur – tað er Hildur Durhuus frá Enjoy.fo.

- Higartil hava vit bara arbeitt við at fáa tiltakið til Føroyar og alt arbeiði hevur verið hildið loyniligt. Tað er ikki fyrr enn nú, at vit kunnu fara út við hugskotinum, og fara at heita á allar kreftir um at koma við góðum hugskotum um, hvat vit skulu finna uppá at gera í sambandi við Michelin-dagarnar í Føroyum.

[object Object]Leif Sørensen, slóðari fyri føroyskari matarlist, saman við Hildur Durhuus, samskipara, og Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands (Mynd: Ingi Samuelsen)

Guðrið greiðir frá, at avgerð er tikin um at hava eitt undantiltak á OY sunnukvøld, og eisini verður eitt afterparty fyri innbodnu luttakararnar um kvøldið eftir sjálva handanina. Eisini verður umhugsað at hava okkurt tiltak í býnum – kanska ein stórskíggja í Vágsbotni – har fólk kunnu fylgja við handanini.

- Tað verður ógvuliga avmarkað hvussu nógvir føroyingar sleppa við til sjálvt haldið í Norðurlandahúsinum, sum fyrst og fremst er fyri kokkarnar og umboðini fyri matstovurnar, ið eru undir veingjabreiðinum hjá Michelin og so tey nógvu tíðindafólkini, sum væntast at koma til tiltakið.

Guðrið dylir ikki fyri, at slíkar handanir er rættiliga elitert – men hon hevur eina ætlan um, at Havnin skal verða merkt av tiltakinum, so at vanligi føroyingurin eisini fær eina kenslu av at føroysk matlist er á altjóða breddanum hesar dagarnar.

Umleið 270 norðurlendskar matstovur fáa viðmæli frá Michelin guide’ini – harav 99 kunnu pynta seg vin einari, tveimum ella trimum stjørnum. Roknað verður við, at umboð fyri allar 99 matstovurnar verða til staðar, umframt tær matstovurnar, sum enn ikki hava fingið nakra stjørnu, men hava fingið serliga innbjóðing um at vera til staðar á tiltakinum í Norðurlandahúsinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder