Norðurlendsku umhvørvismálaráðharrarnir hava skrivað undir yvirlýsing, ið skal virka fyri burðardyggum norðurlendskum sjógvi, styrkja norðurlendska havbúskapin og avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.
Avtalan varð undirskrivað í gjár í Stockholm í samband við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í svenska høvuðsstaðnum.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvismálum, undirritaði vegna Føroyar.
Norðurlond liva í samljóði við náttúruna, og sjóøkið hevur alstóran týdning fyri bæði búskapin og vælferðina. Sjógvurin er viðkvamur fyri teimum broytingum, ið standast av veðurlagsbroytingum og øktum virksemi í okkara øki. Veðurlagsbólkurin hjá ST, IPCC, hevur staðfest, at sjógvurin gerst alsamt flógvari um okkara leiðir, ið broytir vistskipanina og havstreymin, og harvið eisini havtilfeingið.
- Føroyar eru eitt av londunum, ið hava størri havøki enn landøki, og vit liva av tí, sum havið hevur. Tí eigur verja av havinum altíð at hava høga raðfesting hjá okkum, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.
Við yvirlýsingini staðfesta norðurlendsku ráðharrarnir týdningin av at skerja útlátið bæði á landi og sjógvi, og virkast skal áhaldandi fyri virknum granskingarsamstarvi fyri at skilja broytingarnar betur, so neyðugar tillagingar kunnu gerast.
Yvirlýsingin kann lesast her.
Høvuðsevnið á føroysku setanarrøðuni eisini
Havumhvørvið og serliga plastdálkingin var eisini høvuðsevnið, tá Kaj Leo Holm Johannessen, norðurlendskur samstarvsráðharri helt røðu undir tokallaða toppfundinum, tá Norðurlandaráðið varð sett týsdagin.
Orsaka av kongaligum døgurða í Keypmannahavn, kundi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ikki vera við, tá stjórnarleiðararnir hildu røður sínar á sokallaða toppfundinum, sum var í sambandi við setanina av Norðurlandaráðnum.
Kaj Leo Holm Johannessen, sum flutti fram førðysku røðuna ístaðin fyri løgmann, vísti á, at serliga plastdálking er høvuðsmál hjá landsstýrinum í hesum tíðum, tí tað at halda havið reint er ein av høvuðsavbjóðingunum hjá øllum tjóðum í hesum tíðum, segði Kaj Leo Holm Johannessen.
Kaj Leo Holm Johannessen heldur røður í ríkisdagssalinum (Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald