Innanlands

Havsbrún fer undir havnabygging í Fuglafirði

Havsbrún og Fuglafjarðar kommuna, styrkja samstarvið við slóðbrótandi 15 ára sáttmála

Frá vinstru Sonni á Horni, borgarstjóri, Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, og Kristian Petersen, formaður í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu

Frá vinstru Sonni á Horni, borgarstjóri, Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, og Kristian Petersen, formaður í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu

2019-10-04 18:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fuglafjarðar kommuna, og Pf. Havsbrún, hava undirskrivað ein 15 ára sáttmála, um at útbyggja Fuglafjarðar havn. Tað boðar Fuglafjarðar kommuna frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Fuglafjarðar kommuna ásannar, at stórur og fíggjarkrevjandi tørvur verður á útbyggingum av Fuglafjarðar havn í komandi tíðum, fyri framhaldandi at tryggja menning og framburð, hjá havn og virkjum, við hesum eisini øktu framleiðsluni hjá Havsbrún.

Tað slóðbrótandi við sáttmálanum er, at Havsbrún ger høvuðspartin av íløguni og stendur sum eigari av íløguni og fyri viðlíkahaldinum av ognini. Ein brúksavtala verður gjørd partanna millum, sum tryggjar kommunu og almenning at ferðast yvir og á økinum, sum Havsbrún er eigari av.

Økið, skal roknast sum partur av Fuglafjarðar Havn, og gevur Fuglafjarðar kommunu og havnamyndugleikum brúksrættindi.

Ein tiltaksætlan fyri Fuglafjarðar havn er gjørd av teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu, við tekning og tilhoyrandi kostnaðarmeting frá Havsbrún. Talan er um eina íløguætlan, á umleið 500 milliónir krónir, tey næstu árini.

Í sáttmálaskeiðinum verða vørugjøld til Havsbrún lækkað, sum eitt mótvirði fyri tær íløgur, ið verða gjørdar í Fuglafjarðar havn. Talan er bert um vørugjøld, øll onnur gjøld vera óbroytt.

- Hetta hevur verið ein sera drúgv og strævin tilgongd, sum báðir partar, at enda eru samdir um. Fuglafjarðar kommuna, hevði ikki havt møguleika at fíggjað so stórar útbyggingar, sum Havsbrún komandi árini hevur tørv á, og tí eri eg sera fegin um, at hetta nú er loyst á ein slíkan hátt. Eg, eri vísur í, at avgerðin er til frama fyri bæði Fuglafjarðar kommunu og Havsbrún, sigur Kristian Petersen, vinnunevdarformaður í Fuglafjarðar kommunu

- Vit, eru fegin um, at vit eru komin á mál, við hesu sera drúgvu samráðingum og eru sannførd um, at sáttmálin fer at hava jaliga ávirkan, bæði fyri Havsbrún og ikki minst fyri Fuglafjarðar kommunu, sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún í tíðindaskrivinum.

Alifyritøkan Bakkafrost er eigari av Pf. Havsbrún, sum eisini stendur fyri so at siga allari fóðurframleiðsluni til aliframleiðsluna hja Bakkafrost.

Einki verður í tíðindaskrivinum sagt um, júst hvussu útbyggjast skal. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder