Innanlands

Havsbrún fingið BAP-góðkenning

Tað er millum fremstu góðkenningar innan aling. Hetta merkir millum annað, at Havsbrún kann veita fóður til alifelagið hjá Bakkafrost í Skotland

Talan er um einastu góðkenningina innan alivinnuna, sum fevnir um alla virðisketuna frá fóðurframleiðslu til smoltaling, sjógvaling og liðugvøruframleiðslu (Mynd: bakkafrost.com)

Talan er um einastu góðkenningina innan alivinnuna, sum fevnir um alla virðisketuna frá fóðurframleiðslu til smoltaling, sjógvaling og liðugvøruframleiðslu (Mynd: bakkafrost.com)

2021-05-21 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fóðurdeildin á Havsbrún hevur nú fingið BAP-góðkenning. BAP er stytting fyri Best Aquaculture Practice). Talan er um einastu góðkenningina innan alivinnuna, sum fevnir um alla virðisketuna frá fóðurframleiðslu til smoltaling, sjógvaling og liðugvøruframleiðslu.

Hetta skrivar Bakkafrost á heimasíðu sínari í dag.

Tá ið øll liðini í eini virðisketu eru BAP-góðkend, er talan um 4-stjørnaða góðkenning.

- Góðkenningin av fóðurdeildini á Havsbrún endurspeglar miðvísa arbeiðið, sum er gjørt seinastu árini til tess at hava eina burðardygga framleiðslu. Samstundis er góðkenningin prógv fyri, at starvsfólkini á Havsbrún við nærlagni og ídni hava tikið undir við at framleiða eftir bestu mannagongdum.

At Havsbrún nú er BAP-góðkendur fóðurframleiðari merkir millum annað, at Havsbrún kann veita fóður til alifelagið hjá Bakkafrost í Skotlandi, ið eitur The Scottish Salmon Company, og sum er 4-stjørnaður BAP-laksaframleiðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder