Innanlands

Havstovan fingið nýggjan granskingarbát

Í síðstu viku sigldi nýggi báturin hjá Havstovuni við navninum "Lomvigin" fyrsta túrin

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2025-02-03 13:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið. Í síðstu viku sigldi nýggi báturin sín fyrsta arbeiðstúr. Báturin hevur fingið navnið Lomvigin.

Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Navnið “Lomvigin” vísir til upprunaliga aðalmálið hjá Fuglakanningarstøðini á Havstovuni. Tá Fuglakanningarstøðin varð sett á stovn í 1972 var tað nevniliga við tí endamáli, at fylgja gongdini í lomvigastovninum, sum mann visti hevði verið í stórari afturgongd síðan 1950’ini.

Eftirsum báturin skal taka við í hesum týdningarmikla arbeiði, mettu vit tað vera hóskandi, at kalla bátin upp eftir svartfuglinum, sum er miðdepilin í kanningunum. Samstundis minnir báturin ikki sørt um ein lomviga í útsjónd.

Lomvigin er bygdur á Eiði av Brim Boats. Hetta er ein skjóttgangandi og stabilur bátur, sum er bygdur úr HDPE panelum. Umframt styrki, so er ein fyrimunur við hesum tilfarinum, at tað er lættari at endurnýta enn trevjuglas.

Framman er eitt rúmligt flatt fordekk, haðani tað liggur væl fyri at senda upp og lenda dronur til fuglateljingar. Báturin hevur eisini stýrhús, ið ger, at tað er høgligt at sigla við vísindaligari útgerð umborð í alskyns veðri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder