Uttanlands

Hávur dripið ferðamann í Ný Kaledonia

Lívið stóð ikki til at bjarga eftir fleiri bit, serliga í annað beinið

2023-02-20 07:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 59 ára gamal avstralskur ferðamannur doyði í gjár, eftir at hann varð álopin av einum hávi við franska oyggjabólkin Ný Kaledonia.

Tað skrivar lokali miðilin 1ère Nouvelle Calédonie, sambært týsku tíðindastovuni dpa.

Ný Kaledonia er ein oyggjabólkur í Kyrrahavinum, umleið 1.200 kilometrar úr eysturstrond Avstralia.

Maðurin hevði svomið sær umleið 150 metrar út frá strondini, sum liggur við størsta býin í oyggjabólkinum, Nouméa.

Sambært BBC vóru nógv fólk bæði á strondini og í sjónum, tá hávurin leyp á.

Vitni siga frá, at fólkini á sjónum í ræðslu leitaðu sær inn á land, tá tað gekk upp fyri teimum, at maðurin varð álopin av einum hávi.

Maðurin varð bjargaður í land av tveimum lívbjargarum á vatnskutarum. Men hóast fleiri royndir, eydnaðist tað ikki at fáa lív í mannin aftur. Serliga annað beinið var illa viðtikið av fleiri hávabitum.

Borgarstjórin í Nouméa, Sonia Lagarde, hevur nú kunngjørt at strendurnar við býin fyribils eru stongdar fyri baðandi. Myndugleikarnir leita nú eftir hávinum, eitt nú við hjálp av dronum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder