Uttanlands

Hávur dripið kvinnu við Bahamaoyggjar

Stóð á paddle-board, tá hávurin leyp á - hetta er annað hávaálopið innan fyri tvær vikur

Myndin er frá Cape Cod í Massachusetts í summar (Mynd: EPA)

Myndin er frá Cape Cod í Massachusetts í summar (Mynd: EPA)

2023-12-05 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein amerikansk kvinna varð í gjár dripin av einum hávi, meðan hon stóð á sokallaðum paddle-board í Bahamaoyggjum. Tað skrivar Reuters.

Kvinnan, sum var í fýrati-árunum, fylgdist við einum manni tá álopið hendið. Hon doyði á staðnum.

Álopið hendið nærhendis einum frítíðarstaði í vestara parti av oynni New Providence, sum er fólkaríkasta av Bahamaoyggjum.

Sambært AP tíðindastovuni var kvinnan stødd minni enn ein fjórðing úr landi, tá hávurin leyp á. Sambært løgregluni sá ein lívbjargari hvat hendi og bjargaði teimum báðum upp í ein bát.

Kvinnan fekk fyrstuhjálp, men hevði fingið so mikið stórar skaðar, at hon doyði stutt eftir. Tað er ógreitt hvat slag av hávi, talan var um, skrivar Ritzau.

Hetta hendi bert tvær vikur eftir eitt annað líknandi álop í Bahamaoyggjum. Tá hvarv ein 47 ára gomul týsk kvinna eftir at vera alopin av hávi meðan hon kavaði. Sambært The Nassau Guardian, so verður framvegis leitað eftir kvinnuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder