Mentan

Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum

Framsýningin, sum umfatar 21 oljumálningar, letur upp seinnapartin kl. 16 – Til ferniseringina verður røða og tónleikur

2020-11-08 10:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, sunnudagin 8. november, letur framsýning upp við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum.

Ferniseringin verður seinnapartin klokkan 16, og Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, kemur at røða. Umframt hetta koma Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe, og Jógvan Olsen úr bólkinum Hjarnar at framføra.

Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit at fáa.

Listaframsýningin umfatar 21 oljumálningar, og hon hongur uppi fram til 5. desember.

Til ber at vitja framsýningina yrkadagar millum klokkan 14 og 17, og sunnudagar millum klokkan 15 og 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder