Innanlands

Heðin M er fólksins borgarstjóri

Góð 20 prosent í nýggjastu veljarakanningini hjá Portalinum peika á Heðin Mortensen sum borgarstjóra aftaná býráðsvalið 12. november

2024-11-02 07:30 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Hvør heldur tú skal vera borgarstjóri í Tórshavnar kommunu eftir býráðsvalið?

Soleiðis ljóðaði ein spurningur, sum veljarar í høvuðsstaðarkommununi fingu í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti hósdagin.

Og her er greitt, at tað framvegis er Heðin Mortensen, ið er tann, sum flest fólk vilja hava til borgarstjóra.

Nógv flest peika á Heðin Mortensen – tilsamans góð 20 prosent.

Sigast skal tó, at tað eru allarflest, sum ikki hava svarað hesum spurningi – 28 prosent av teimum spurdu.

Næstur á hesum lista er Tróndur Sigurðsson, sum stillar upp á Kommunulistanum. Góð 11 prosent vilja hava Trónd til borgarstjóra, sambært kanningini.

[object Object]

Síggj alla veljarakanningina og øll tølini ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder