Innanlands

Heðin Mortensen: - Kann ikki standa inn fyri at tað stendur um lív

Møguliga verður farið í tingið við málinum

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-23 13:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg sum landsstýrismaður kann ikki standa inn fyri at tað stendur um lív á Landssjúkrahúsinum, og tað fari eg heldur ikki at gera, segði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, við útvarpið á middegi.

Ljósmøðurnar og Lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum skiltust í gjár eftir eina semingsroynd, og tað merkir at verkfallið á Landssjúkrahúsinum verður hert frá klokkan 15 í morgin. Tá verður eingin ljósmóður til arbeiðis, og eingi undantøk verða givin. Heldur ikki um lív og heilsa er í vanda.

- Eg mangli at fáa eina gjøllari kunning frá Fíggjarmálaráðnum og semingsmanninum um hvat tað var, sum skilti partarnar.

- Er man komin so langt, at tað stendur um lív hjá barnakonum, og øðrum, so haldi eg at vit eiga at kunna traðka til nú ella fáa loyst hetta málið, segði landsstýrismaðurin.

Heðin Mortensen segði, at hann í dag fer at seta seg í samband við partarnar, og fer at royna at mýkja støðuna. Um hetta ikki eydnast, verður møguliga farið í tingið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder