Innanlands

Heðin Mortensen handað Kvinnuhúsinum 320.000 krónur

Tórshavnar kommuna hevur havt tríggjar óvirknar grunnar, sum nú eru tiknir av, og fæið varð latið Kvinnuhúsinum í dag

Bina Svartá, námsfrøðingur og sosialráðgevi í Kvinnuhúsinum, Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Bina Svartá, námsfrøðingur og sosialráðgevi í Kvinnuhúsinum, Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

2021-03-22 20:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur havt tríggjar óvirknar grunnar, sum nú eru tiknir av. Grunnfæið er latið Kvinnuhúsinum. Í dag handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Kvinnuhúsinum peningin. Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum, takkaði mangar gangir fyri vælvildina.

Talan er um peningin í hesum grunnunum:

• Konsul Joahannes Hansen og hustru Betsy Eling Adelaide Hansens legat
• Else Bergithe Petersens legat
• Det Restoffske legat

Grunnfæið er ikki longur rentuberandi, og sostatt hevur einki verið at útlutað í nógv ár. Tí eru grunnarnir nú tiknir av, og peningurin handaður Kvinnuhúsinum.

Gávan fer beint á eina konto hjá Kvinnuhúsinum, sum savnar pening til eitt nýtt Kvinnuhús í Havn.

- Eg eri øgiliga takksom fyri vælvildina frá kommununi. Henda gávan gevur áræði at halda fram við arbeiðinum at fáa eini hús bygd til Kvinnuhúsið, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum.

Føroya Landsstýri gav herfyri Tórshavnar kommunu játtandi svar um at nevndu grunnar kundu verða upploystir. Samlaða grunnfæið skuldi latast grunni við sosialum endamáli, soleiðis at endamálið hjá grunnunum á tann hátt verður lokið.

Og tørvurin hjá Kvinnuhúsinum er stórur.

Árið 2020 var eitt metár. Kvinnuhúsið fekk ikki færri enn 974 áheitanir, og av hesum vóru 715 áheitanir um harðskap. Árið fyri, í 2019, vóru samlað 604 áheitanir, og tá vóru 432 áheitanir um harðskap.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder