
Havnin í Gomlurætt verður nýtt av Strandfaraskipum Landsins í sambandi við farleiðirnar í Sandoynna og Hest. Tá Sandoyartunnilin verður liðugur og tikin í nýtslu, er Hestleiðin einsamøll eftir um at nýta Gomlurætt sum samferðsluhavn.
Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, spyr tí Jørgen Niclasen, hvørja ætlan landsstýrið hevur við havnini í Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin er liðugur.
- Nú nýtslustigið fer at minka munandi, er tað viðkomandi at fáa at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja, at samfelagið eisini í komandi árum kann fáa ágóðar av havnarlagi og lendi, sum standa mát við íløguna og við inntrivið, ið gjørt er í lendið, sigur Heðin Mortensen.
Landsverk hevur ábyrgd av at reka havnina í Gomlurætt, sum varð tikin í nýtslu í 1993 og kostaði 130 mió kr. at byggja. Tórshavnar Havn leigar sum er ein part av havnalagnum til flótibrúgvar til smábátar og atløgubryggju til ferðamannasigling.
– Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald