
- Støðan er verri enn hon var í áttatiárinum. Tá høvdu vit Rituna, og hon sigldi trygt aftur og fram, stórt sæð uttan mun til veður og vind, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í fráboðan í dag, nú ein rútur afturat á Erlu Kongsdóttir fór í morgun, og órógv er á Nólsoyarleiðini.
Heðin Mortensen, borgarstjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Fyri meg sum borgarstjóra er málið sum heild einfalt. Serliga tey ungu mugu síggja eina framtíð í oynni. Annars støðast tey ikki. Og so kunnu allar íløgur annars í oynna gera tað sama.
- Tí standi eg í øllum saman við nólsoyingum. Strandferðslan maktar ikki uppgávuna og røkir ikki Nólsoyarleiðina til fulnar. Men vit hava í 2021 eina skyldu til at tryggja øllum borgarum í Tórshavnar kommunu somu tænastu.
- Eg havi áður víst á, at Strandferðslan ikki tekur nólsoyingar og hestfólk í fullum álvara. Og vit kunnu ikki liva við, at nólsoyingar og hestfólk noyðast at sigla sín egna sjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald