Innanlands

Heðin Mortensen sent samkenslufjarrit til Keypmannahavnar

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur í gjár sent samkenslufjarrit til yvirborgmeistaran í Keypmannahavn, har hann vegna Tórshavnar kommunu vísti samkenslu til teirra, sum vóru rakt av hendingini í Field's.

(Mynd: Torshavn.fo)

(Mynd: Torshavn.fo)

2022-07-05 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sendi í gjár samkenslufjarrit til Sophie Hæstorp Andersen, yvirborgmeistara í Keypmannahavn, har hann vegna Tórshavnar kommunu vísti samkenslu til teirra, sum vórðu rakt av hendingini í Field's fyrradagin.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

– Vegna Tórshavnar kommunu vil eg vísa mína djúpastu samkenslu við íbúgvum í Keypmannahavn í hesu sváru løtu. Okkara tankar eru hjá ofrunum, teimum særdu, teirra avvarðandi, og øllum teimum, sum eru ávirkað av meiningsleysu hendingini í gjár. Vit standa við tykkum og stuðla tykkum, skrivaði borgarstjórin í heilsuni.

Les eisini: Løgmaður sent Mette Frederiksen samkenslubræv

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder