Mentan

Heðin og restirnar av ríkisfelagsskapinum í Iðnó

Elektronikkur og siðbundin grønlendsk trumma finna saman

Resterne af Rigsfællesskabet

Resterne af Rigsfællesskabet

2019-02-01 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á festivalinum Myrkir Músikdagar (Dark Music Days), sum verður hildin í Reykjavík í hesum døgum, verður í kvøld møguleiki at uppliva eina konsert við einum sermerktum føroysk/donskum/grønlendskum bólki.

Resterne af Rigsfællesskabet (Leifar Ríkissambandsins í íslendsku skránni) spæla í gamla kenda sjónleikarhúsinum, Iðnó, í kvøld.

Resterne af Rigsfællesskabet er tónleikaverkætlan, ið sameinir eksperimenterandi elektroniskan tónleik og grønlendskan trummudans. Samstundis sameinir bólkurin tey londini ið eru eftir í danska ríkisfelagskapinum.

Teir ið mannað Resterne af Rigsfællesskabet eru føroyingurin Heðin Ziska Davidsen og danin Jesper Pedersen, ið framføra á modular synthesizarum, teldum og øðrum elektroniskum tólum saman við Miké Thomsen, ið er grønlendskur trummudansari og sangari.

Tónleikurin er í høvuðsheitum improviseraður, og miðar móti at umboðað ymiskleikan, samleikan og samskiftið, ið er millum londini sum eru eftir í ríkisfelagskapinum.

Resterne af Rigsfællesskabet kom í lag í maj 2017 tá Heðin Ziska Davidsen, sum var lesandi í Íslandi tá, og Jesper Pedersen høvdu eina elektroniska framførslu í samband við Raflost festivalin. Teir kallaðu seg “Resterne af RIgsfællesskabet” og hettar heiti legði upp til, at Grønland manglaði umboðan. Teir settu seg í samband við Miké Thomsen, ið Heðin hevur samstarva við fyrr, millum annað í Yggdrasil og operaini Ljós í Ljóðið hjá Kristian Blak.

Resterne af Rigsfællesskabet spælir á Summartónum í Føroyum 21. juni í Reinsarínum og 22. juni í Töting. Eisini er bólkurin boðin til Nuuk Nordic Arts Festival sum er í døgunum 7.-13. oktober í Grønlandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder