Innanlands

Heðin spyr landsstýriskvinnuna í almannamálum um heimleys

– Í einum ríkum vælferðarsamfelag sum okkara, eiga allar familjur og einstaklingar at hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri – eisini ungar barnafamiljur, støk, lesandi, førleikaskerd, og tey, sum stríðast við sosialum og fíggjarligum avbjóðingum

Ein av fremsu uppgávunum hjá politiska myndugleikanum er at skapa borgarum møguleika at seta búgv, heldur Heðin Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)

Ein av fremsu uppgávunum hjá politiska myndugleikanum er at skapa borgarum møguleika at seta búgv, heldur Heðin Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-04 21:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur í dag sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein fyrispurning um heimleys.

Heðin Mortensen vil vita, um landsstýriskvinnan heldur, at hjálpin, ið heimleysar familjur og einstaklingar fáa til at finna sær bústað, er nøktandi; um nøkur ítøkilig ætlan er um at byggja fjølbroyttar bústaðir beinanvegin; og um ikki, hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera við tað.

– Í einum ríkum vælferðarsamfelag sum okkara, eiga allar familjur og einstaklingar at hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri – eisini ungar barnafamiljur, støk, lesandi, førleikaskerd, og tey, sum stríðast við sosialum og fíggjarligum avbjóðingum.

– Hetta er ikki støðan í Føroyum í dag. Sum skilst ræður landið einans yvir tveimum bústøðum, sum tó einans eru til stakar uppihaldarar, og í mesta lagi í eitt ár. Tí missa vit fólk av landinum, sigur javnaðartingmaðurin.

– Ungar familjur og fólk við evnum og hegni at taka lut í samfelagnum, fólk, sum tørva stuðul at finna seg til rættis, og fólk, sum tørva umsorgan og hjálp frá vælferðarsamfelagnum, sum vit saman varða av. Øll vilja tey allarhelst búgva í Føroyum, her familja og vinir frammanundan eru, og her tey hava sítt upphav, trívast og kenna seg heima.

– Onnur royna enn at stríðast fyri at verða verandi her, men noyðast at brúka mestsum alla sína orku til at stríðast fyri at fáa ella varðveita bústað, og fáa tí ikki givið tað virðismikla íkast til samfelagið, sum tey annars kundu.

Ein av fremsu uppgávunum hjá politiska myndugleikanum er at skapa borgarum møguleika at seta búgv, heldur Heðin Mortensen, og uttan búsetingarmøguleikar er einki framtíðar samfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder