Herfyri hevði Hedvig Reynheim 50 ára starvsdag í BankNordik, og í hesum sambandi fekk hon serstøku viðurkenningina "Den Kongelige Belønningsmedalje", ið verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu.
Tað var 1. august í 1969, at Hedvig byrjaði sum næmingur í táverandi Sjóvinnubankanum, bert 16 ára gomul.
Síðan hon byrjaði, hevur hon við dugnasemi og eldhuga røkt nógvar ymiskar uppgávur í bankanum í samfull 50 ár. Í BankNordik-samtakinum eru tey sera takksom fyri at hava so trúføst og dugnalig starvsfólk sum Hedvig, og tí fegnast tey um at kunna heiðra hana við serstøku kongaligu viðurkenningini, skrivar bankin í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald