Innanlands

Heiðavegur verður dagførdur

Runavíkar Kommuna fer nú í gongd við arbeiði at gera eitt nýtt miðstaðarøki í Runavík. Hetta kann ávirka ferðslu og annað

Heiðavegur (Mynd: Runavíkar Kommuna)

Heiðavegur (Mynd: Runavíkar Kommuna)

2019-09-16 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í juni 2018 samtykti Runavíkar Kommuna eina ætlan fyri eitt Miðstaðarøki. Sambært kommununii er ætlanin skipað í tveir høvuðspartar:

- Staðseting av eini nýggjari miðbýarkjarnu millum Heiðaveg og Gulasteinsveg í Runavík.
- Dagføring og uppstiging av økinum framvið Heiðavegi, frá Høgabóli út til rundkoyringina.

Runavíkar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at ein dagføring av økinum er átrokandi, og ynski er, at ætlanin skal betra um trivnaðin í miðstaðarøkinum.

Nú er kommunan til reiðar at fara undir fyrsta byggistig í einari dagføring av Heiðavegi. Tað fevnir um ovaru síðu av Heiðavegi frá rundkoyringini við Hotel Runavík og inn til Bónus. Arbeiðið at dagføra Heiðaveg kemur at taka alt heystið og heldur fram inn í nýggja árið.

Byrjað verður í sunnara enda av Heiðavegi, við Hotel Runavík, og síðani kemur arbeiðsøkið at flyta seg inneftir móti Bónus. Roknast kann við, at arbeitt verður í teinum á 50-75 metrar í senn.

Kommunan skrivar, at arbeiðið væntandi kemur at ávirka ferðsluna í økinum;, serliga tær tíðir á degnum tá nógvir bilar ferðast í økinum. Somuleiðis kunnu atkomuviðurskiftini til húsini fram við Heiðavegi verða ávirkaði, meðan arbeiðið er í gongd. Mælt verður tí til, at bilar, meðan arbeitt verður, í stóran mun nýta Gulasteinsveg, um ikki neyðug ørindi eru á Heiðavegi.

Dagføringin inniheldur fyrst og fremst:

• Nýggja flísalegging á gongubreyt omanfyri og niðanfyri
• Smá plantaði øki verða gjørd framvið gongubreytini
• Benkur verða settir upp í samband við plantuøkini
• Nýggj ljós verða sett upp
• Nýggjur búnaður verður settur upp, ruskíløt, steyrar og líknandi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder