12. desember verður ein serstøk heiðurskonsert í Reinsarínum í Havn. Ein av størstu country røddunum ígjøgnum nógv ár, Dolly Parton, legði árarnar inn herfyri. Í tí sambandi verður skipað fyri eini heiðurskonsert.
Á hesari konsertini fara kendu songkvinnurnar, Herborg Torkilsdóttir og Guðrun Sólja Jacobsen, at framføra sangir, iå Dolly Parton hevur "hittað" við ígjøgnum mong ár.
Saman við hesum songkvinnunum verður eitt sera væl upplagt húsorkestur, sum fer at spæla undir hjá teimum.
Húsorkestrið er mannað av:
- James Olsen – trummur og sang
- Magni Husgaard – tangentar
- Høgni Fagraberg – guitar og kór
- Jógvan Fróðin Baldvinson – bass
Konsertin verður leygarkvøldið 12. deseember klokkan 21.30, og eru bert 150 atgongumerki til hesa konsertina. Men um útselt verður, er sjálvandi møguleiki fyri at eyka konsertir kunnu stáplast uppá beinini.
Atgongumerkini fáast á torsgøta.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald