Mentan

Heiðra Jógvan Telling á Summar Festivalinum

Sangir hjá Jógvani Telling, sum fyllir 75 ár, verða framførdir á Summar Festivalinum

2022-07-08 08:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jógvan Telling Joensen fylti 75 ár hósdagin 7. juli, og samstundis varð boðað frá, at heiðurskonsert við sangum hjá Jógvani Telling verður á Summar Festivalinum.

Tá fara kendir føroyskir tónleikarar og sangarar at syngja og spæla sangir hjá Jógvani Telling. Eitt nú fara Signar í Homrum og Elin Brimheim Heinesen at syngja.

Jógvan Telling hevur skrivað, sungið og spælt nógvar kendar sangir. Hann hevur framført sum solistur, saman við Harkaliðnum og øðrum. Sangir, sum hava tilknýti til Jógvan Telling, eru til dømis »Sektus og Sekterius«, »Gamla Dimma«, »Meg minnist eina mynd«, »Tá babba kemur heim«, »Skúmbananir«, »Skiparin lítli«, »Mær dámar bjór og brennivín«, »Karin býr við strondina«, og »Eg skuldi verið kovboy«. Ein ordans bukett av hittum.

Summar Festivalurin ynskir dugnaliga sangskrivaranum og tónleikaranum Jógvani Telling til lukku við teimum 75 árunum við at seta heiðurskonsert á skránna á ársins festivali.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder