Mentan

Heiðra Vegghamar við stórari framsýning

Málarin av Viðareiði verður sjálvur til staðar í Gamla Seglhúsinum á 85 ára degnum í morgin

Arnold Vegghamar

Arnold Vegghamar

2022-04-21 09:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 22. apríl verður listamaðurin Arnold Vegghamar 85 ár. Í hesum sambandinum letur upp ein stór hátíðarframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, sum umfatar 56 nýggj verk.

Dagmar Warming lýsir m.a. soleiðis Arnold í bók síni:

“Vegghamar arbeiðir einsamallur sum listamaður. Hann málar heilt í egnari verð uttan at hyggja um seg, til onnur samtíðarlistafólk í Føroyum. Leiðin, hann tók í lívinum, eftir at hann fyrr sum ungur maður í nøkur ár royndi at fylgja eini vónleysari leið, hevur ført hann heim til Viðareiðis sum málara. Her fer hann at búgva og arbeiða restina av ævi sínari, og myndaevnini eru ikki bara soleiðis til at vika. Tey eru har beint hjá honum og geva honum íblástur til at mála verk, sum tey flestu halda vera úr einum øðrum heimi, sum eru komin higar gjøgnum tað viðkvæma sinnið hjá einum einligum persón og ein kraftmiklan koloritt.

Víst er tað so, at landslagið kveikir hugin til at mála, men við úrslitinum, verkinum, koma vit inn í annan hugaheim. Vit síggja landslagið við nýggjum eygum. Í hesum finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslagsmálningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi”

[object Object]
Ein av málningunum, sum er við á framsýningini

Fernisering verður á sjálvum føðingardegnum klokkan 16. Tá fer Hilmar Høgenni frá Listafelag Føroya at seta framsýningina. Møguleiki er at hitta listamannin sjálvan og heilsa uppá.

Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe syrgja fyri tónleikinum umframt borðreitt verður við onkrum  leskandi og góðum til góman.

Framsýningin hongur uppi í Gamla Seglhúsinum fram til 29. mai, og er opið allar yrkadagar frá 14 til 17 og sunnudagar frá 15 til 19. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder