Innanlands

Heiðraðu heilsurøktarum í Suðuroynni

15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar vórðu heiðraði fyri at hava verið í sama starvi í 25 til 40 ár

2022-03-25 12:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í vikuni var hátíðardagur á Hamragarði í Vági.

Heilsurøktarafelagið heiðraði 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar, sum starvast á Suðuroyar sjúkrahúsi og í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy.

Hesi vórðu heiðrað fyri at hava verið í sama starvi í somikið sum 25 til 40 ár.

- Vit eru takksom fyri møguleikan at viðurkenna hesi heilsustarvsfólk, og at hátíðarhalda tey við eini hugnaløtu í Vági, nú tey hava havt starvsdag. Hjartaliga til lukku, tit øll, sigur Heilsurøktarafelagið.

Frá vinstru: Jón Pauli Olsen, Maureen Augustinussen, Elin Brimstrond Thomasen, Fríðbjørg Hammer, Maibritt Toftum Jacobsen, Helena Mikkelsen, Vónbjørt á Hólum, Elsebeth Samuelsen, Hervør Jespersen, Daniella Lisberg og Mariann Joensen.

Anna-Britt Eið, Ella Eystan Á, Mary Samuelsen og Peina Poulsen vanta á myndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder