Í dag geva Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir út nýtt staklag.
Lagið, ið, ”Setandi sól” er eitt dansivinarligt summarlag, sum snýr seg um eitt par, ið hevur avgjørt at leggja allar teirra fortíðartrupulleikar og sorgir aftanfyri seg og velja at byrja av nýggjum, tá sólin rísur.
Heiðrik og Guðrið eru bæði eru kend nøvn á føroyska pallinum. Tey hava arbeitt saman í ymiskum samanhangum seinastu 20 árini, og nú var tíðin komin at geva eitt nýtt lag út saman, skriva tey í tíðindaskrivi.
Orð og lag hava Heiðrik og Guðrið hava skrivað, og upptøkur og framleiðsla er gjørd í Hoydølum av Heðin Ziska Davidsen og Per. I Højgaard Petersen.
Umframt staklag, kemur eisini nýtt sjónband út, sum Heiðrik hevur leikstjórað og framleitt, og Gweneal Helmsdal Carré hevur filmað. Lagið er tøkt á øllum stoymingstænastum, og tað kann eisini hoyrast omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald