Heiðrikur á Heygum gevur nú út sítt fyrsta staklag í trý ár. Lagið kallast “Hope You’re Crying”. Talan er um fyrsta staklagið frá nýggju plátu hansara, “Illusions”, ið kemur út 29. februar.
’Hope You’re Crying’ er at finna bæði á Spotify og YouTube.
Heiðrikur gjørdist kendur í Føroyum sum tónleikari, tá hann gav sína næstu plátu, “Funeral” út, sum fekk avbera góð ummæli bæði her heima og uttanlands, har hann eisini vann sum “besti mannligi sangari 2017” á FMA. Flest øll kenna landaplágurnar “Change of Frame” og “Monster”.
Nýggja lagið er oyrafangandi og leikandi, og hevur 60-ara dám yvir sær, har ein kann samanbera við stílin hjá eitt nú Roy Orbison. Teksturin er bittur av kærleikssviki, sum er ein spennandi kontrast til tað leikandi og skemtiliga lagið. Spennandi verður at hoyra restina av plátuni, sum kemur út um tríggjar vikur.
Lagið er framleitt av Janusi Rasmussen frá popp bólkinum Byrta og Sakarisi Joensen, sum eisini framførir undir egnum navni. Lagið er upptikið og framleitt í Íslandi, og strúkararnir eru upptiknir í Budapest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald