Innanlands

Heiður fyri góða miðling av gransking latin fyri 10. ferð

Granskingarráðið bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin í ár

Marnar Fríðheim Kristiansen fekk heiðurin á Vísindavøkuni í fjør (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Marnar Fríðheim Kristiansen fekk heiðurin á Vísindavøkuni í fjør (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-08-05 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Løkshøll fríggjadagin 23. september.

Granskingarráðið bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri besta miðling av gransking fyri 2022.

– Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

– Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuna.

Tey, sum senda inn uppskot, skulu í uppskotinum grundgeva fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar.

Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini, og nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotum til móttakarar.

Dómsnevndin fer at meta uppskotini út frá hesum evnum:

  • Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara
    Evnini at fanga fólk uttanfyri granskingarheimin og samstundis at varðveita eitt høgt fakligt stig innan gransking eins og miðling.
  • Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið
    Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.
  • Fangandi og kjakkveikjandi miðling
    Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið vera við til at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars.

Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 12. september. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til [email protected] ella við boðum á Facebook, verður sagt.

Hesi hava fingið heiðurin

Hetta er 10. ferð, at heiðurslønin verður latin. Tey, sum eru heiðrað áður eru:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder