Í 2017 vóru 40 ár síðani at Elvis andaðist, men tónleikaligi arvurin livir tó víðari í øllum góðum. Tí var hetta hildið, at vera eitt gott høvið, at gera eina heiðurskonsert fyri Elvis. Áhugin vísti seg at vera stórur, og tríggjar konsertir vóru hildnar fyri fullsettum húsum á Reinsarínum í Havn, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Norðurlandahúsinum.
Afturmeldingar hava verið sera góðar og tí eru fyrireikingar nú farnar í gongd við, at halda eina konsert finalu í Salt í heimstaðnum hjá Jens Lisberg, har løg eftir Elvis Presley verða tulkað. Konsertin í Salt verður leygarkvøldið 25. mai.
Á konsertini verða spæld løg eftir Elvis, har ferðast verður víða ímillum rock‘n’roll, country, swing og gospel. Somuleiðis verður sagt frá ímillum løgini, har vit hoyra stuttar søgur og viðmerkingar til lívið og tónleikin hjá Elvis.
Jens Lisberg er væl kendur sangari í Føroyum. Elvis Presley hevur altíð fylt nógv í hansara sangi og tónleiki. Tí sigur hann, at tað hevur leingi verið eitt ynski, at skipa fyri eini konsert, har bert løg eftir Elvis verða framførd. Í 2016 endaði Jens Lisberg eina væl vitjaða konsert røð við Jim Reeves løgum, og var tað rættiliga skjótt aftaná, at fari var í gongd við at fyrireika konsert til heiðurs fyri Elvis.
Kristel Lisberg hevur havt fleiri løg á føroysku tónleikatindunum og fleiri av okkum minnast kanska serliga væl hennara 2016 framførðslu á Dansk Melodi Grand Prix. Hesaferð verður tað tó Elvis á skránni og er Kristel spent uppá uppgávuna.
Lagt verður eftir, at liggja tætt uppat uppruna framførðslunum, tó við ísletti frá tónleiki sum vit kenna hann í dag. Ynskið er, at konsertin skal vera ein góður møguleiki, at minnast aftur á ta tónleikamentan, sum Elvis legði eftir seg. Somuleðis er hetta ein góður møguleiki, hjá forvitnum lurtarum, at opna hurðina til tónleikin hjá Elvis. Tí sum John Lennon einaferð segði: “Before Elvis, there was nothing”.
Tað eru royndir tónleikarir, sum Jens Lisberg hevur aftur at sær, bæði innan country, jazz, rock og kór.
Manningin til konsertina verður:
Jens Lisberg, sang
Elspa Samuelsen, kórsang
Malan Hansen, kórsang
Torbjørn Lisberg, tangentar
Sámal Lindenskov, guitar
Heini Fosaa, trummur
Jóhan Martin Jacobsen, bass
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald